Staðseting: Vestara Miðhavið

  • Innasta Strát

    Innasta Strát

    Ýti : Múlin undan Høvdarøðini á Viðoynni. — Væl fullhøgt Gásafjall kemur undan Nakkinum.

  • Longumiðið

    Longumiðið

    Ýti : Bergsmúlin knappliga fullhøgur undan oynni. — Fjallið sunnan fyri Gásafjall knappliga fullhøgt.

  • Innara Glaða

    Innara Glaða

    Ýti : Geilisdrongur.  Funningsmúli út á Túvuna á Kallinum.

  • Glaðan Uttara

    Glaðan Uttara

    Ýti : Geilisdrongur.   Funningsmúlin røð um røð við Kallin.

  • Eystan fyri Glaðuna

    Eystan fyri Glaðuna

    Ýti : Funningsmúli í Túvuna á Kallinum. — Húsgjógv kemur undan oynni.

  • Bringan

    Bringan

    Ýti : Kletturin á Funningsmúla kemur frá Kallinum. — Gjótangin ( millum Múla og bygdina Múla ) kemur í Viðoynna.

  • Rustin

    Rustin

    Ýti : Rustin á Breiðafjalli ( á Eysturoynni ) røð um røð við Kallin. — Bíldskorarnar undan Viðoynni.

  • Høvdin

    Høvdin

    Ýti : Høvdin ( á Viðoynni ) undan oynni. –  Elduvíkslíð røð um røð við Kallin.

  • Kunoyaroyðan

    Kunoyaroyðan

    Ýti : Kletturin á Funningsmúla kemur frá Kallinum. — Opin Fugloyarfjørður.

  • Laðmiðið

    Laðmiðið

    Ýti : Fyrsti spíski klettur niðan fyri Varðan ( á vestaru røð á Malinsfjalli ) kemur frá fjallinum norðan fyri Villingadalsfjall. Knokkurin er leysur.