Staðseting: Vágar








Kirkjan í Sørvági
Í 1842 varð nýggj kirkja bygd, sum var 24 alin til longdar og 12 alin breið. Hon var úr timbri og hevði flagtekju og torn. Hesari kirkju var ikki langt lív lagað, tí náttina millum 7. og 8. januar 1886 fórst hon av óveðri. Men sørvingar vóru skjótir í vendingini. Tí longu sama ár, við…

Kirkjan í Bø
Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø. Arbeiði tók fimm mánaðir og kirkjan stóð liðug 16. oktober sama ár. Jens Christian Heinesen úr Sørvági var valgdur at standa fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta aðrar timburmenn, sum hjálptu honum at smíða og gera ymsit…

Kirkjan í Miðvági
Grundarsteinurin til Miðvágs kirkju varð lagdur 1. sunnudag eftir trinitatis 1948, og varð hon vígd 28. september 1952. Ynski um nýggja kirkju var tó eldri enn so, tí tekningin, sum Heini Joensen, byggimeistari, á Ryggi í Miðvági – Bóndaheini – teknaði, og sum kirkjan er bygd eftir, er dagfest í mai 1930. Sum ungur fór…