Staðseting: Suðuroy

Kirkjan á Leiti
Tá skúlin í 1957 varð bygdur, varð samstundis kirkjurúmið gjørt og samanbygt við skúlan. Betongbygningurin er gulur við reyðari tekju. Skúlastovan er skild sundur frá kirkjurúminum við eini harmonikuhurð. Innan er kirkjan sera einføld. Á altarinum stendur ein stórur trækrossur, og altarsilvur og ljósastakar eru ikki eldri enn kirkjan sjálv. Bygningurin stendur á vallaðari brekku, har Lopransfjørður møtir…

Kirkjan í Sumba
Í nøkur ár hevði verið tosa um nýggja kirkju, og menn í Sumba høvdu í 2 ár verið í holt við at bróta grót og samla tilfar, tá prósturin í 1885 legði fram umsókn um for Kirkekassernes Regning at lade paabegynde Opførelsen af Sumbø Kirke til forestaaende Foraar. Bygginevnd var sett frammanundan, við m.ø. J.C. Evensen,…





Kirkjan á Tvøroyri
3. februar 1905 var farið í gongd við arbeiði uppá nýggju kirkjuna á Tvøroyri. J.A. Arge var biðin um at gera grótarbeiði og gjørdi hann eina skitsu av grundplaninum. Síðani var Viggo Bertram, arkitektur, í Keypmannahavn biðin um at gera tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan, hæddin skuldi vera 7…