Staðseting: Suðuroy


Rossagilið
Í Rossagili. Undir Rossagili. Stutt eystan fyri býlingin í Trøðini. Beint har, ið Kánurð endar eystureftir, áðrenn Kleivin ella Kleivhamarin tekur við.



Torvhúsini
Tvey torvhús. Beint vestan fyri gamla portrið við garð. Beint oman fyri núverandi vegin.


Garðsskatturin
Har húsini í Kelduni og Niðuri í Stovu stóðu. Tætt heiman fyri húsini Niðuri í Stovu er ein áarløkur. Skatturin var millum áirnar, søgdu teir gomlu – upp undir hamaran og oman har, áirnar runnu saman í eitt. Skattarnir vóru fleiri og vóru felagsogn – hoyrdu til alla bygdina – og vórðu seldir ella leigaðir…

Uppi undir Lekjuni
Beint eystan fyri veggin á húsunum: Í Smiðjuni. Hiðani fingu øll í hesum býlingi vatn alla ta tíð, býlingurin hevur verið til. Nú er hann avfallin.

Inni á Breytini
Hús. varð vanliga bert kallað Breytin. Fast í bygningin (fjós ella lambhús) móti eystri gekk stórur hvanngarður.
