Staðseting: Suðuroy









hjá Óla í Hvalvík
—
by
Hjá Óla í Hvalvík Eftir manninum har búði. Á hesum grundum búði Torgrímur illi. Har er funnið ymiskt í jørðini t.d. tálg, rustaðir knívar og ein rustað øks o.a., ið bar sjónlig prógv fyri, at her hevði verið bústaður frammanundan.

Undir Vørðubrekku
—
by
Navnið er flutt við bústaðnum undir Vørðu í Nesi í Hvalba. Tann maðurin, ið fyrstur flutti úr Nesi og higar var sonur hin í øðrum søgum kenda Rasmusar- Jógvan úr Seyrvági, ið var fyrsti maður, ið gekk upp á Drangin í Dragasundi í Vágum.