Staðseting: Staðarnøvn í Kvívík
Rughola
—
by
Frágreiðing Soleiðis eitur ein hola í helluni norðan fyri Kvívík, og skal hon hava fingið navnið av, at eitt skip lastað við rugi rak á land har, og tá ið bjargað varð úr skipinum, stoyttu teir rugin í hesa holu. – Dalsgaard, J. Keldulisti Dalsgaard, J. (1978). Søgur og søgubrot. Felagið Varðin, Tórshavn.








