Staðseting: Innangarðs í Hósvík

Í Nýggja Gerði / Hjá Óla Jákupi í Sundunum
—
by
Í 1920 flutti Óla Jákup Hansen, Óla Jákup í Sundunum, til Hósvíkar at búgva. Hann bygdi sær hús beint omanfyri Gamla Gerði. Í mantalslistanum 1. februar 1921 verða tey nevnd Nýggja Gerði. Kelda: Sunda Kommuna
Heimistova undir Garðsenda / Heiman Tún
—
by
Fráagreiðing Søgnin sigur framvegis, at bóndi, sum átta alla Thórsvík, býtti hana sundur millum beggja sona sína, annar bjó við Toftir og hin við Garðsenda, har helst endin á bøgarðinum hevur verið. Sonurin við Garðsenda skuldi vera mætari maður og tess vegna fáa størra helmingin, tíggju merkur uttangarðs og størri bø, eins og enn er.…


Heimistova í Toftum
—
by
Frágreiðing Hósvík er gomul landnámsbygd. Tórur var fyrsti norðmaður, sum setti búgv í Tórsvík (Hósvík), ið varð nevnd eftir honum. Hann flýddi av Strond í Rogalandi undan Haraldi Hárfagra. Tórur bygdi egnan garð í Toftum (navnið Toftum kom seinni). Hesin garður er sostatt elsti bústaður í bygdini – Heimistova í Toftum. A. Weihe. Í 1966…
Fornagarðar / Uppi á Fornagørðum
—
by
Frágreiðing Jens Niklái Samuelsen flutti í 1876 úr Kollafirði til Hósvíkar. Hann var í 1880 húskallur í Frammistovu undir Garðsenda. 10. juni 1888 giftist hann við bóndadótrini Maggu Marie, hann 37, hon 47 ár. Tá hava húsini uppi á Fornagørðum helst staðið liðug. – Sunda Kommuna
