Staðseting: Staðarnøvn í Skúgvi

Rákarmótið
Rókamót við Gongurókina, sum gongur ella hevur gingið vestur gjøgnum alt bergið. Hon gongur út aftur norðuri á Dal og eitur har Rókin í Dal. Lundasessur. Søgnin sigur at ” Stórustovumaðurin skuldi ganga vestur á Tórðarenni uttan at leggja glóðina frá sær ” Gongurókin verður eisini kallað Rókin langa.








Lesningurin
Lundasessur. Eitur so av tí, at har var lesningur niður á heiman Hellur til at fleyga fugl ( lomviga ).
