Staðseting: Skúgvoy

  • Hálvrókin

    Hálvrókin

    Upprunaligt : Hálvrókin – Hol – ?? Um 15 – 20 favnar niðan fyri Gongurókina, beint uppi yvir Selturgjógv.

  • Gongurókin
  • Kasisbringa

    Kasisbringa

    Stórur loftsskúti nakað mitt ímillum fleygasessirnar og Gongurókina.

  • Í Kinnuni

    Í Kinnuni

    Fleygasesssur heiman fyri røðina í Selturholi. Fleygasessur ( vesturætt ).

  • Ovari Knubbi

    Ovari Knubbi

    Fleygasessur vestan fyri Skráan. Fleygasessur ( eysturætt ).

  • Á Skráanum

    Á Skráanum

    Fleygasessur vestan fyri Snappeyguni. Fleygasessur ( eysturætt ).

  • Snappeyguni

    Snappeyguni

    Upp av Selturgjógv. Tann fyrsti ( niðasti ) fuglurin í kjálkanum upp av Selturgjógv. Skal hava fingið navn av tí, at ein Suðuroyarbátur var har, og ein maður, Snappurin nevndur ( úr Hvalba ) skuldi klúgva upp har, men datt oman.

  • Sellátragjógv

    Sellátragjógv

    Gjógv ímillum flesina og landið. Jens á Skipagøtu sigur, at teir eldru Sandingar søgdu týðuliga : Selatrafles

  • Undir Skortinum

    Undir Skortinum

    Omanfyri Søltufles. Var fyrr góður fleygasessur upp á báðar hendur. Uppi yvir er ein fuglaskortur. Fyri nógvum árum síðani leyp av upsini, og sesssurin hevur tí ikki verið brúktur síðani, tí grót raplaði í heilum niður har aftan á lopið.

  • Fliðuknæ

    Fliðuknæ

    Her var fyrr nógvur samanhangandi vøllur, alt lundasina. Tá var nógvur lundi har, og menn plagdu at fleyga lunda. Onkuntíð vóru heimalomb slept í vøllin. Har eru nú tveir lomvigasessir. Niðari og Ovari ( Báðir fyri vesturætt, nú fleyga teir í tí ovara eisini á eysturætt).