Staðseting: Skúgvoy






Kirkjurókin
—
by
Rókamótið við Glopprókina og Jógvansklett. Vestan fyri Kirkjuknæið. Skipan at drepa einar 400 fuglar í fygling.

Kirkjuknæið
—
by
Mitt á barminum. Urðin heiman fyri Kirkjuknæið var so stór, at hon rakk upp til eina spíld, sum nú tykist at vera langt uppi í berginum. Tað var gongt uppi í berginum. Tað var gongt úr Haldararók í urðina.

Stórarók
—
by
Nú burturlopin. Var nakað væl oman fyri Gongurókina. Var sigið niður á í erva frá. Hetta heldur Antinis er skeivt. Stórarók heldur hann er ella var millum Tórðarenni og Brattháls.


Jógvansklettur
—
by
Gongur inn á barminum áraka Glopprókina. Var settur at tola 200 fuglar at drepa í fygling, tað var skipanin. Har átti kanska tað dupulta av fugli. Annars var tað ójavnt, hvat ið dripið var í teimum ymsu plássunum í fygling. Tá ið tað vóru skilamenn, sum fylgdu, drupu teir minni av fugliní støðum, sum lógu…