Staðseting: Bergið Skúgvoy




Kirkjuknæið
—
by
Mitt á barminum. Urðin heiman fyri Kirkjuknæið var so stór, at hon rakk upp til eina spíld, sum nú tykist at vera langt uppi í berginum. Tað var gongt uppi í berginum. Tað var gongt úr Haldararók í urðina.

Fliðuknæ
—
by
Her var fyrr nógvur samanhangandi vøllur, alt lundasina. Tá var nógvur lundi har, og menn plagdu at fleyga lunda. Onkuntíð vóru heimalomb slept í vøllin. Har eru nú tveir lomvigasessir. Niðari og Ovari ( Báðir fyri vesturætt, nú fleyga teir í tí ovara eisini á eysturætt).




