Staðseting: Sandoy

Nálin
—
by
Selatrað – Jógvan fann. Hann var einsamallurá báti, hevði gloymt knívin eftir, men skar sær agn við eini trístrendur; harav navnið. a) Tvær veilur undir Knøunum á Høvdanum koma út í Eldr”enni ( Eldra Enni ) b) Eitt hol í berginum kemur í stóranstein beint upp av Syðru lending.

Bollamið
—
by
a) nakkurin ( Koltur -) stórur undan Høvdanum. b ) Holið ( sunnarlaga á Logloysisskerinum ) í Skerið ( syðraenda ).

Omman 2
—
by
Símun á Koltursmýrini fann. a ) Nakkurin ( Koltur – ) stórur undan Høvdanum. b ) Toppurin á Svartskoradrangi í skarðið, har sum Svartaskor leyp.

Omman 1
—
by
Jóhan Jacob Joensen fann. a ) Tvær veilur um hæddina á Koltri undan Høvdanum fyri norðan. b ) Toppurin á Svartskoradrangi í skarðið, har sum Svartaskor leyp. Omman er ein leið.

Strátið
—
by
a ) Fýrurin á Hestoynni leysur frá Høvdanum. b ) Nípan út í Brekkuna uttan fyri Strátalónna.

Longuhárógvin
—
by
a) Hælgjáir ( Klæmintsgjógv Vestara, Húsagjógv Syðra ) suður í Ryggin ( Hvalsrygg ). b ) Nípan út í eina túgvu innan fyri Hvíthamarsenda.

Háráirnar
—
by
( Hárógv ) a ) Rivjaknubbin nettliga at við Søltuvík. b ) Ein veila norðan fyri loftið á Hestoynni í snútan á Høvdanum í erva.

Torvan / Tørvan
—
by
a ) Hælgjáir ( Klæmintsgjógv Vestara, Húsagjógv Syðra ) suður í Ryggin ( Hvalsrygg ). b ) Lítla Dímun undan Skúvoynni; hamarin á henni í erva í vón.

