Staðseting: Sandoy

Ófødnisplinkurin
—
by
Skuldi komast av, at báturin, ið viðkomandi menn vóru við, ikki var heilt liðugur at smíða, tá ið teir funnu miðið. Ýti : Fliðuknæið undan Navartanga í Skúvoy og Ánna á Bergi í Tangan á Skarvanesi


Plinkin
—
by
Ýti : Tveir heyggjar í Skorini í Dali røð um røð og áirnar á Líðarenda í Tangan á Skarvanesi.

Rókamið
—
by
Ýti : Rókamiðagjógvin niður á Bøllin og ein svartur skortur í Høvdaskor kemur undan Ovara Høvda. Hetta er uttara trom í Barminum.

Beitismið
—
by
Ýti : Ovari Høvdi í Steinin sunnan fyri Høvdagil og breddar á Dímun í erva undan Nøvini; 7 og 8 eru sunnara trom á Barminum.


Hvølpur
—
by
Ýti : Ovari Høvdi í Skúvoy í eina skeiva á, ið rennur í Høvdagil og St. Dímun og Skúvoyggin tanga í tanga. Miðini : 2, 3, 4, 5 og 6 er heimara trom av Barminum.

Pól og Mass
—
by
Upprunaligt : Pól og Mads. Funnið av Pól í Køk og Lítla Mads : Madsa Mads. Ýti : Tangarnir í Skúvoy og Tangin undir Borgini koma saman og Heiðafjall kemur norður í eina brekku á Skálavíkshálsi.


Suðuroyargalvur
—
by
Ýti : Norðari partur av Suðuroy undan Mølini og Rókamiðagjógvin niður á Bøllin ( Rókamiðagjógvin er norðan fyri Líðargjógv ). Mølin er Mølin í Skúvoy og Nøvin er eisini í Skúvoy.