Staðseting: Mið og Ýti í Skopun

Gjógvin
a) Klæmintsgjógv ( Vestara gjógv ) frá Høvdanum fyri vestan. b) Nípan í tvær túgvur uttan fyri Strátalónna.

Bøurin
a) Klæmintsgjógv ( Vestara Gjógv ) frá Høvdanum fyri vestan b) Nípan í túgvuna innan fyri Fjalldreingjatúgvun ( Skøtutúgvan ).

Grógvin
a) Grógvaveilurnar ( á Hestoynni, vestan fyri vitan ) við Høvdan fyri vestan. b) Nípan miðstór út um ein klump hægst á Eyrhálsinum. ( segði eisini miðastór el. miðjastór )

Gamlaskøta
Upprunaligt : Gamla Skøta. a) Stavurin í Dalsnípu við Nakkin. b) Nípan í túgvuna innan fyri Fjalldreingjatúgvuna ( Skøtutúgvan ).


Lítlaskøta
Upprunaligt : Lítla Skøta. a) Skøtheyggjurin við Boðan. b) Nípan út í eina túgvu innan fyri Vaðhornið.

Langidrongur
Upprunaligt : Langi Drongur a) Reynsmúli ? miðastórt undan Hestboða. a2) Knúkur undan Stíggj. b) Nípan út í Dreingjatúgvurnar ( á Salthøvdanum )


Tangamiðið
Selatrað – Jógvan og Gøtu – Jákup róðu tað nógv. a) Veilurnar undir Knøunum frá Eldr”enni. b) Tornið á kirkjuni loysnar úr Steinsdrangi.

Tangi
Gamalt mið hjá Kirkjubømonnum; gamli Hans á Bø vísti hesum monnunum tað eins og Hárónna. a) Maltheyggjurin undan vestan fyri Søltuvík. b) Hol miðastórt undan Svartskoradrangi fyri vestan. b2) Innara røð á Koltri undan knøunum á Høvdanum ( innan á ).