Staðseting: Mið og Ýti í Skopun

  • Gjógvin

    Gjógvin

    a) Klæmintsgjógv ( Vestara gjógv ) frá Høvdanum fyri vestan. b) Nípan í tvær túgvur uttan fyri Strátalónna.

  • Bøurin

    Bøurin

    a) Klæmintsgjógv ( Vestara Gjógv ) frá Høvdanum fyri vestan b) Nípan í túgvuna innan fyri Fjalldreingjatúgvun ( Skøtutúgvan ).

  • Grógvin

    Grógvin

    a) Grógvaveilurnar ( á Hestoynni, vestan fyri vitan ) við Høvdan fyri vestan. b) Nípan miðstór út um ein klump hægst á Eyrhálsinum. ( segði eisini miðastór el. miðjastór )

  • Gamlaskøta

    Gamlaskøta

    Upprunaligt : Gamla Skøta. a) Stavurin í Dalsnípu við Nakkin. b) Nípan í túgvuna innan fyri Fjalldreingjatúgvuna ( Skøtutúgvan ).

  • Dýrið

    Dýrið

    a) Kirkjubønes upp í Høvdan. b) Nípan út í túgvuna innan fyri Fótalagið.

  • Lítlaskøta

    Lítlaskøta

    Upprunaligt : Lítla Skøta. a) Skøtheyggjurin við Boðan. b) Nípan út í eina túgvu innan fyri Vaðhornið.

  • Langidrongur

    Langidrongur

    Upprunaligt : Langi Drongur a) Reynsmúli ? miðastórt undan Hestboða. a2) Knúkur undan Stíggj. b) Nípan út í Dreingjatúgvurnar ( á Salthøvdanum )

  • Fjalldrongur

    Fjalldrongur

    a) Fjall við Nakkin ( sbr. Fjalldulin ) b) Nípan út í túgvu uttan fyri Skøtutúgvuna.

  • Tangamiðið

    Tangamiðið

    Selatrað – Jógvan og Gøtu – Jákup róðu tað nógv. a) Veilurnar undir Knøunum frá Eldr”enni. b) Tornið á kirkjuni loysnar úr Steinsdrangi.

  • Tangi

    Tangi

    Gamalt mið hjá Kirkjubømonnum; gamli Hans á Bø vísti hesum monnunum tað eins og Hárónna. a) Maltheyggjurin undan vestan fyri Søltuvík. b) Hol miðastórt undan Svartskoradrangi fyri vestan. b2) Innara røð á Koltri undan knøunum á Høvdanum ( innan á ).