Staðseting: Mið og Ýti í Skopun

  • Fram við landi og bjørgini fyri vestan
  • Skallin

    Skallin

    a) Heinafelli út um klumpin uttanvert á Tindhólmi. b) ( Seinasti ) vøllurin í erva sunnan fyri loftið ( á Hestoynni ) miðastórur við Høvdan í erva.

  • Innari Magnus

    Innari Magnus

    Jóhan Jákup hjá Janusi var við at finna. a) Heinafelli út í miðjuna á Innara Spóni. b) Krákuskortur ( á Hestoynni ) í Høvdan.

  • Uttari Magnus

    Uttari Magnus

    Av Skipanavni a) Heinafelli út í Breiðatind ( á Tindhólmi ). b) Krákuskortur ( á Hestoynni ) í Høvdan.

  • Drunnur

    Drunnur

    a) Eitt lítið glopp millum Heinafelli og Tindhólm í erva á innara parti. b) Skøtheyggjurin við Boðan ( Hest – )

  • Kokan

    Kokan

    a) Álvanevnið við Høvdan. ( møguliga stavifeilur, Álvanevið ) b) Heiðafjallið liggur við innaru røð á Søltuvík, sum hon sker upp fyri uttan.

  • Blindamið

    Blindamið

    a) Heinafelli í Uttasta Spón. b) Álvanev við Høvdan ( Tann vallaða buktin kemur í Høvdan )

  • Skøtheyggjurin

    Skøtheyggjurin

    a) Heinafelli í Uttasta Spón. b) Húsavíksleitið út úr tonnini í hægst uttan fyri Søltuvík.

  • Oyðan

    Oyðan

    a) Matfílin við Nakkin. b) Skarvanesfossur ( mataráin ) í Knæið.

  • Kýkurin

    Kýkurin

    a) Tann mittasta av trimum veilum sunnan fyri Leynar upp í Stakkin á Vágoynni. b) Húsavíksleitið í ta mittastu tonnina á Salthøvdanum.