Staðseting: Vatndalur



Norðri á Skor
—
by
Hetta hevur vanliga ikki verið brúkt, men Jógvan Martin Joensen sigur seg oftani hava hoyrt teir gomlu siga soleiðis: ” Norðri á Skor “ Chr. Matras hevur eisini hetta navnið.



Garðasteinur
—
by
Hesin steinurin stóð nakað út úr landi og hann var undir á flóð. Tá ein róði fram við landi, mátti ansast væl eftir, tí tað var skjótt at renna á henda steini um ein ikki var staðkendur. Í dag er hann farin undir skerv og asfalt. Hann var har áleið sum merkiðn er sett.



