Staðseting: Kunoy

Sunnara Langastykkið
Hetta Langastykkið hoyrir til tey Har Innari. Tað eru fleiri Langastykkir í Haraldssundi.


Minnisplátan á Nakkinum
Tað stendur á plátuni, hvør setti hana upp. Teir vóru : Jens Juel Sólbjørg, Páll Klettskarð, Jóhan Purkhús og Símin Petur Rasmussen. Hon varð sett upp í 1972.



Nátt – Húsið í Haraldssundi
Nátt – Húsið hoyrdi til skúlan. Her var bukkan, og húsið var gjørt útyvir eina á, so áin fór avstað við tí, ið har kom ella fór.

Fiskastykkið við Glyvursánna.
Tað vóru tvey fiskastykkir í Haraldssundi. Hitt var Heimi við Hús niðri undir húsunum Har Suðuri.


