Staðseting: Kunoy




Skarvaflesin
Eitt omanlop var nú 13 – 02- 2020. Um klokkan 10:50 í morgun innan fyri Navarin, Alibáturin Stígabrúgv kom júst framvið. Karl Leitið, ið siglur við Stígabrúgv var skjótur og fekk nakrar myndir av hendingini. ( Soleiðis skrivar Norðlýsið )

Gorklettur
Karl Klettskarð segði at teir vistu ikki, hví kletturin eitur so, men vit halda at tað kemur av at har er so nógvur seyður omandottin, so tað kemur av at har var so nógv gor. ( so flenti hann )




Ytstidalur
Hetta er tann norðasti ella uttasti dalurin á eystursíðuni á Kunoynni. Tað sum er merkisvert við hesum dalinum er, at hetta er ein stórur dalur við stórum gilum, men tað rennur eingin á oman gjøgnum dalin. So hann er væl drenaður. Teir gomlu søgdu, at tá tað regnaði illa, var eingin á at síggja í…