Staðseting: Kunoy


Sandrók í Ytstadali
Navnið Sandrók verður brúkt bæði í Ytstadali og Gjóadali og vit brúka eisini Ovara Sandrók og Niðara Sandrók.



Fløturættin
Hetta er tann gamla rættin á Skarði. Rættin bleiv flutt í 1959 og hon er nú har sum tað stóra neystið var hjá skarðsmonnum. Tá líkindir vóru, so bleiv seyðurin handaður oman á helluna undir Fløturættini og var hetta gjørt í gomlum døgum. Seinni fingu teir sær rennustrong og bleiv so seyðurin borin suður á…



Stíggjurin á Gjánaleiti
Tá tú er komin á sjálvt Gjánaleiti, so er tað ógvuliga neyvt og tað er tá tú gongur eftir gøtuni, niðri á bakkanum og tú sær Viðoynna koma undan Múlanum. Tá er tú á Gjánaleiti.


Millum Skarðdalsáirnar
Hetta er ikki bara eitt staðarnavn, men meira eitt øki. So her er tað ikki so neyvt, men kann eisini vera longur niðri. Bara tað er millum áirnar.