Staðseting: Kunoy








Trinusteinur
—
by
Tað verður sagt at hetta er ikki eitt gamalt navn. Vit sum vuksu upp í 60 inum søgdu altíð Trinusteinur. Tað sæst einki til steinin í dag. Vegurin hevur fjalt steinin.


Lítla Støð
—
by
Pól Marius Krosstein bygdi hús niðri í fjøruni í 1926. Hann hevði handil og keypti fisk, flakti og saltaði fiskin. Hann var tó ikki leingi í Haraldssundi, men flutti til Klaksvíkar aftur í 1936. Grundin varð tó standandi til upp í 1990 ini. Í dag sást einki til hesa bygging.