Staðseting: Kunoy








Stíggjurin
—
by
Fyrst í 70 inum, tá vit byrjaðu at sleppa veðrar í Skarðstør, vóru teir bara niðanfyri rókina. Síðani varð sprongt og vit gjørdu ein stíggj, so seyður kundi sleppa niðaná. Einaferð høvdu vit v16 hornaseyðir í Skarðstør, men tað var ov nógv. Tað vísur seg at tá 12 – 13 hornaseyðir eru, tá er nokk.

Norðri á Skor
—
by
Hetta hevur vanliga ikki verið brúkt, men Jógvan Martin Joensen sigur seg oftani hava hoyrt teir gomlu siga soleiðis: ” Norðri á Skor “ Chr. Matras hevur eisini hetta navnið.

Neystini á Fiskimøl
—
by
Her stóðu fleiri neyst. her áttu allir neyst : Kunoyingar, Skarðsmenn og Haraldssundsmenn. Hetta er kyrrasta staðið á Kunoynni og ofta settu teir upp her tá líkindini vóru vánalig. Her lá sluppin Carlton í nógv ár. Teir settu hana uppá turt her fyrst í 60 inum og meiningin var at taka hana út aftur, men…