Staðseting: Innangarðs í Haraldssundi



Har Innari
—
by
Hús í Haraldssundi. Í gomlum døgum, varð hetta kallað fyri Heinastova. Brøðrirnir Magnus og Heini festu jú 9 merkur, sum pápi teirra hevði til hann doyr um 1664. Seinni verður festið býtt sundur soleiðis, at Magnus fær 6 merkur og Heini fær 3 merkur. Eftir honum skal húsið og festið hava fingið navnið : Heinastova,…






Har uppi.
—
by
Hús í Haraldssundi kallast soleiðis. Í gomlum døgum vóru tey kallaði : Í Stórustovu. Símun Joensen, Símun har Suðuri sum vit róptu, hann skrivar soleiðis : ” Í Stórustovu eru nú tvey hús, kallað Har Uppi og Har Niðri.
