Staðseting: Fyri Uttan á Skarði

Lopið undir Stígunum
—
by
Í Hagabókini Fyri Uttan á Skarði skriva teir, at hetta lopið kom í august í 1953. Hetta var eitt vatnlop, sum skruddi langt oman í dalin. Tað er Gjóadalur talan er um. Vatnlop undan Gjóadalstígum. Verður eisini bara kalla fyri Stígarnar, ella undan Stígunum.







Vatnið á Hálsi
—
by
Vatnið á Hálsi hevur í okkara tíð verið kallað fyri Tjørnin á Hálsi. Hon liggur í 538 metra hædd.

