Staðseting: Fyri Uttan á Skarði

Gorklettur
—
by
Karl Klettskarð segði at teir vistu ikki, hví kletturin eitur so, men vit halda at tað kemur av at har er so nógvur seyður omandottin, so tað kemur av at har var so nógv gor. ( so flenti hann )




Ytstidalur
—
by
Hetta er tann norðasti ella uttasti dalurin á eystursíðuni á Kunoynni. Tað sum er merkisvert við hesum dalinum er, at hetta er ein stórur dalur við stórum gilum, men tað rennur eingin á oman gjøgnum dalin. So hann er væl drenaður. Teir gomlu søgdu, at tá tað regnaði illa, var eingin á at síggja í…



Skarðstør
—
by
Tør er fleirtal av einum gomlum orði, sum ikki longur er livandi í føroyskum, men skuldi í eintali itið tó ella tógv. Tað stendur í Móðurmálsorðabókini at merkja ‘vallað rók’. Tað kemur fyri í fleiri staðarnøvnum í Norðuroyggjum, og vist bara har. Umframt Tør í fleirtali hava vit Tón, sum er hvørjumfall í fleirtali (upprunaliga…

Hálsar
—
by
Eg havi hoyrt frá gomlum at teir kallaðu tað eisini fyri ” Vestari Hálsar ” Tað er so hjá kunoyingum. Annars skiftist teir um at hava seyðir í Hálsum, skarðsmenn og kunoyingar, annað hvørt ár. Tveir hornaseyðir er nokk at hava í Hálsum.