Staðseting: Fyri Innan á Skarði

Gilamørk
Gilamørk liggur uttan fyri Gilið, sum er tann gamli bøurin og sum hoyrdi til Uttara Haga á Skarði.




Kornaleysa
Kornleysamørk hoyrir til Innara Haga á Skarði, so hon liggur sunnafyri Gilið ( Gamla Gil ) og fara vit longur aftur kallaðist áin fyri Drekkarsáin. Hon leyp í 1824. Síðani tá kallað fyri Gilið og í nýggjari tíð fyro Gamla Gil.


Mýrnamørk
Símun Hansen skrivar : Mýrimørk og at hon liggur uttanfyri Gilið, tí hon hoyrdi til Uttara Haga á Skarði


Tarvamørkin
Símun Hansen nevnir eina mørk fyri Torvamørk og er hetta helst tann sama, sum er nevnd her. Um so er so liggur hon uttanfyri Gilið og hoyrir til Uttara Haga á Skarði.

Geilamørkin
Geilamørkin liggur heimanfyri Gilið og hoyrdi til Innara Haga á Skarði : 1 mørk — 3/8 kúfóður