Staðseting: Koltur


Heimi í Húsi
Býlingur Heimi í Húsi setti fyrsti maður í Koltri búgv. Nær veit man ikki, men prógv eru funnin um at fólk hava búleikast í býlinginum o.u. ár 800-850. Heimi í Húsi eru tvey bóndahús: Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Niðri í Húsi er elsti kendi bústaðurin í Koltri.




Hvítisteinur
Í túninum undir húsunum hjá N. Niclasen. Fr. VII var sum krúnprinsur í Koltri 1844 ? og át morgunmat á hesum steini. Skal hava navn av, at hann breiddi dúk á steinin. Høgt er í hann, nú mest ólesandi, enn hómast kortini á einari síðu — 27 juni 1844 ?



