Staðseting: Kalsoy

Halgusteinur
Halgisteinur. Uppi á Gilið stendur Halgisteinur. Hesin er stórur steinur við valling omaná. Summir halda at rætta navnið er Hálvgingisteinur við tað at hann stendur miðskeiðis á mannavegnum úr bygdini og niðan á Háls.

Bólsteinur
Uppi á Norðanástykki stendur Bólsteinur. Hetta er ein stórur steinur til støddar sum eini lítil hús. Upp at hesum steini hevur frá……… Fyrr stóð tað upp at vestursíðuni, nú er tað flutt og bygt upp at eystursíðuni. Eisini er tak lagt á nú, so nú verður tað kallað fyri seyðhús.







