Staðseting: Kalsoy



Urtagarðurin í Mikladali
—
by
Ár 1950 bygdi Sofus hendriksen av Fløtti eitt stórt drívhús her í Mikladali. Hetta fekk navnið : Urtagarðurin í Mikladali, óføra væl veksur har, helst framalir hann rósur av ymiskum slag.

Rennustreingjahúsið
—
by
Ár 1953 varð rennistrongur lagdur úr fjøruni og niðan til húsini í Mikladali. longdin er umleið 170 metrar. Við ovara enda er hús við tveimum hæddum bygt. Motorur og goymslurúm eru í niðaru hædd og dráttarspæl í ovaru hædd.





Hoyggjhúsið hjá Karli
—
by
Hetta hoyggjhús við fjósi í kjallaranum er ikki gamalt, er bygt umleið 1935. Tað tekur 1 1/2 fóður av hoyggj og pláss er til 1 kúgv og nakrar seyðir í kjallaranum.

Kjøthjallurin suðuri í Húsið
—
by
Bóndahjallur hjá . Suður í Húsi, hann tekur umleið 60 kro. Hesin hevur eisini gróthús í endanum. Eins og í øðrum bóndahjøllum, standa tunnur við ymiskum innihaldi, so sum tálg, rullu og kjøtpylsum, mørum og so kassar ella kør við fyltum sperlum.