Staðseting: Kalsoy



Djúphylur
—
by
Djúphylur er stórur og djúpur hylur í Norná, beint norður av Niðasta strekki av Gerðisá. Tó hendir tað enn, at síggja leypar í Djúphyli.



Kampannagil
—
by
Hetta er gil, ið tekur seg upp mitt í bønum og rennue oman millum húsini sunnast í bygdini. Hví tað eitur so, er tað eingin her, ið kann greiða frá. Hagin sum gilið hoyrir til eitur : Kamburin.


Áargil
—
by
Mitt oman gjøgnum dalin gongur Áargil. Hetta skiftir tó, tá tað kemur longur oman at húsunum. Her verður tað kallað : Norná og longur niðri Undir Bekki. Áargil verður tað kallað, tí tað er dannað sum eitt gil við høgum bakka hvørjum megin við. Annars rennur so nógv vatn har, at heldur átti at verið…

