Staðseting: Kalsoy

Uppi á Stykki
Norðanástykki ella uppi á Stykki, sum tað vanliga verður kallað, liggur frá bøgarðinum á Norðanábø ( frá gerðinum á Fløtti og út at Eggini ) og eitt sindur……….. Støddin er umleið 10 heilárs kúf. Stykkið er innihegnað og friða fyri krýatúr um summarið og verður tað so nýtt sum vetrarbeit hjá Kambsseyði.









Undir Bekki
Ein á, ein fossur. Undir Bekki verður tað økið kallað, ið liggur beint niðanfyri : Niðaru Brúgv. Undir Bekki stendur Myllhúsið. Søgnin sigur at hulduhjún búðu undir Bekki. Einaferð huldukonan skuldi eiga barn, bað huldumaðurin eina bóndakonu í Mikladali um at vera ljósmóður hjá teimum. Hon játtaði hesum, fór við huldumanninum, ið tá hevði bundið…