Staðseting: Innangarðs í Mikladali







Urtagarðurin í Mikladali
Ár 1950 bygdi Sofus hendriksen av Fløtti eitt stórt drívhús her í Mikladali. Hetta fekk navnið : Urtagarðurin í Mikladali, óføra væl veksur har, helst framalir hann rósur av ymiskum slag.

Rennustreingjahúsið
Ár 1953 varð rennistrongur lagdur úr fjøruni og niðan til húsini í Mikladali. longdin er umleið 170 metrar. Við ovara enda er hús við tveimum hæddum bygt. Motorur og goymslurúm eru í niðaru hædd og dráttarspæl í ovaru hædd.

