Staðseting: Innangarðs í Mikladali




Undir Bekki
Ein á, ein fossur. Undir Bekki verður tað økið kallað, ið liggur beint niðanfyri : Niðaru Brúgv. Undir Bekki stendur Myllhúsið. Søgnin sigur at hulduhjún búðu undir Bekki. Einaferð huldukonan skuldi eiga barn, bað huldumaðurin eina bóndakonu í Mikladali um at vera ljósmóður hjá teimum. Hon játtaði hesum, fór við huldumanninum, ið tá hevði bundið…

Fyri uttan Garðin
Nøvn sum : Fyri uttan Garðin undir Liða og Rossalið siga okkum, hvar bøgarðarnir hava verið í fyrndini. Lítið hevur økið verið innangarðs tá í mun til nú. Skuldi húsini, ið nú eru, staðið á sama hátt, høvdu øll tey hús, ið nú eru bygd sinru tíðina, staðið uttan fyri bøgarðarnar. Fyri uttan Garðin verður…

Fløtturin
Fløtturin er heimrust hjá Hússtovubóndanum. Hesin er nógv minkaður nú vegnað húsabygging. á Fløttinum standa t. d. húsini Úti á Fløtti og fyri kortum hevur Hússtovubóndin bygt nýtt fjós og hoyggjhús har.



