Staðseting: Staðarnøvn í Leirvík

  • Hav

    Frágreiðing Eitt hav, ið liggur omanfyri Stóraneyst (sum Jústinus Eliasen eigur). Óli í Mikkjalshúsi plagdi at lyfta tí. Í dag er tað helst niðurgrógvið í vøllin. – Bjørgfinnur Nielsen, 2020 Keldulisti Nielsen, B. (29. januar 2020). Høv í Eysturkommunu. Eysturkommuna.

  • Hav

    Frágreiðing Eitt hav liggur  undir sunnara svingi í Kálvadali miðskeiðis millum vegin og bakkan. Garðajógvan plagdi at siga frá um hetta hav, tá teir komu framvið á veg til ella úr Fuglafirði. Tað sæst væl frá báti. – Bjørgfinnur Nielsen, 2020 Keldulisti Nielsen, B. (29. januar 2020). Høv í Eysturkommunu. Eysturkommuna.

  • Konuhavið

    Frágreiðing Konuhavið, neytakonuhav. Liggur stutt frá gøtuni niðan millum Vegir ávegis niðan undir Fjallið eftir frásøgn. Tað er ikki eyðmerkt. – Bjørgfinnur Nielsen, 2020   Keldulisti Nielsen, B. (29. januar 2020). Høv í Eysturkommunu. Eysturkommuna.

  • Stórheinasa hav / Havið hjá Stór Heina

    Stórheinasa hav / Havið hjá Stór Heina

    Frágreiðing Kendasta havið í Leirvík er havið hjá Stór-Heina . Tað vigar um 380 kilo. Tað stendur uppi við bygdarhúsið. Tað er flutt, av tí at vandi var fyri,  at tað fór í vegin, sum skuldi gerast gjøgnum Bólagerði á vári 2011. Tað eru dømi um, at høv eru endað í vegnum. – Bjørgfinnur Nielsen,…

  • Bustin og Høvdin í Svínoy
  • Inni á Víkum
  • Høvdin
  • Høvdagil
  • Líðarbrúgvin
  • Fosságil