Staðseting: Eysturoy

Havið hjá Lia-Dáva
Frágreiðing Havið hjá Lia-Dáva, sum liggur í túninum millum Blásastovu og Glyvra-Hanusar hús. Tað vigar 194 kilo. Tá hann var landnyrðingur norðan syfti Lia- Dávi havið upp á takið fyri at verja tekjuna, so hon ikki reiv. Tað eru ikki allir menn, ið orka at lyfta havið. – Bjørgfinnur Nielsen, 2020 Keldulisti Nielsen, B. (29.…

Hav Óla Jákups Zachariassen
Frágreiðing Tað liggur eini 150 til 200 m heimanfyri Bratthellu í Gøtudali, tætt við eina gróthúsagrund. Ó. J. Z. hevði rullað steinin heim eftir ánni og so yvir til gróthúsið, men menninir, ið laðaðu, hildu hann vera ov stóran. Ó. J. Z. tók tríggjar steinar og legði teir í tríkant og lyfti stóra steinin uppá.…
Konuhavið
Frágreiðing Konuhavið, neytakonuhav. Liggur stutt frá gøtuni niðan millum Vegir ávegis niðan undir Fjallið eftir frásøgn. Tað er ikki eyðmerkt. – Bjørgfinnur Nielsen, 2020 Keldulisti Nielsen, B. (29. januar 2020). Høv í Eysturkommunu. Eysturkommuna.

Stórheinasa hav / Havið hjá Stór Heina
Frágreiðing Kendasta havið í Leirvík er havið hjá Stór-Heina . Tað vigar um 380 kilo. Tað stendur uppi við bygdarhúsið. Tað er flutt, av tí at vandi var fyri, at tað fór í vegin, sum skuldi gerast gjøgnum Bólagerði á vári 2011. Tað eru dømi um, at høv eru endað í vegnum. – Bjørgfinnur Nielsen,…

Havið hjá Jákupi á Gráasteini
Frágreiðing Jákup á Gráasteini ( 1875 – 1965 ) var sera evnaligur maður. Eitt gott dømi um hetta, er steinurin – havið hjá Jákupi á Gráasteini – , sum liggur á Høganesi. Heimildarmenn úr Saltnesi hava greitt frá, at ein dagin eru Jóannes í Skúla, gamli deknurin í Nes kirkju, og Jákup á Gráasteini staddir…
Guttagarðar
Frágreiðing Guttagarðar er partur av elligomlum bøgarði, sum hevur gingið frá Gamlagerðisá norðureftir omanfyri húsini undir Regninum. Smbrt. Jógvan I. Olsen hevur hesin garðurin gingið inn til Geilina, har hann er farin niðan á Hamaran og longur inneftir. – Nes Kommuna