Staðseting: Eysturoy


Havið hjá Leirvíks Páll
—
by
Frágreiðing Havið hjá Leivíks-Páll, sum er ein flatur steinur, hevur ligið við mannagøtuna undir Fjallið. Ein fróðarmaður hevur sagt, at ein stórur steinur við Sniðgøtu er havið hjá Leirvíks-Páll, og hevur fingið tað váttað, at so er. – Bjørgfinnur Nielsen, 2020 Keldulisti Nielsen, B. (29. januar 2020). Høv í Eysturkommunu. Eysturkommuna.

Thabor
—
by
Ein serstøk og áhugaverd frágreiðing, tá ið bretskir hermenn “hersettu” Missiónshúsið Thabor í Fuglafirði undir krígnum. Tá ið bretskir hermenn hersettu Føroyar í 1940, skuldu teir eisini húsast á útvaldum støðum kring landið. Tí komu boð frá bretsku myndugleikunum í september 1940, at Thabor skuldi undir teirra ræði. Tað bleiv gjørt í semju við stýrið,…






