Staðseting: Innangarðs í Funningi


Kirkjan í Funningi
—
by
Funnings og Porkeris kirkja eru tær yngstu, sum enn standa uppi, av hesum kirkjum, sum ofta verða nevndar tann gamla føroyska bygdakirkjan, við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum og flagtekju. Tær eru bygdar í 1847. Ætlanin var, at Funnings kirkja skuldi byggjast árið fyri, meslingar fóru at ganga, og sum altíð tá vóru teir…