Staðseting: Innangarðs í Æðuvík

Sjóvarmannatangi
Var tingstaður í Æðuvík í gamlari tíð? Orsøkin til, at hesin spurningurin ofta verður settur, er tann, at í Æðuvík eru fleiri staðarnøvn, sum kundu bent á hetta. Her eru Tinghellan, Árting, Tróndarstíggjur og Sigmundarhol. Hesi nøvn vísa øll aftur til persónar og virksemi, sum vit kenna úr Føroyingasøguni og frá seinni keldum. Harumframt liva…


Sigmundshola
Frágreiðing Nakað sunnan fyri Tinghellu eru staðarnøvnini Tróndarstíggjur og Sigmundshol. Sagt var, at í góðum líkindum slapst gjøgnum fjøruna haðani og norður á Tinghellu, og gjøgnum Tróndarstíggj slapst upp á bakkan. Ein søgn sigur frá, at einaferð vóru Sigmundur og Tróndur í Gøtu komnir til ilnar á Tinghellu. Tá bjargaði Sigmundur sær við at fara…
