
Samstarv
Vit samstarva við Fróðskaparsetrið, har vit hava fingið øll staðarnøvnini, og hava vit skrásett umleið 60.000 staðarnøvn. Vit skulu leggja til merkis, at skráseta og staðseta er hvør sítt. Vit hava fingið øll nøvnini inn, og vit eru farin undir at staðseta staðarnøvnini við staðkendum fólkum runt Føroya land.
Eisini samstarva vit við tær kommunur, sum eru komin langt við sínum staðarnøvnum. Vit halda at føroyingar eiga at hava ein plattform við øllum staðarnøvnunum. Tað er tað vit hava arbeitt fram ímóti. Nú hava vit so heimasíðuna her.
Vit samstarva eisini við Samskifti, har vit koma at síggja øll staðarnøvnini inni á telefonini, og á henda hátt kanst tú altíð síggja hvar staðarnøvnini eru, hvussu langt tað er at ganga, og hvønn veg tú skal ganga. Meira um tað seinni.
Vit samstarva eisini við Umhvørvisstovuna, har vit fáa øll data í samband við knattstøður.
Eisini samstarva við Tjóðsavnið og fleiri kommunur, sum eisini hava stuðlað.