Um okkum

Felagið er eitt áhugafelag, og alt vit gera er ólønt arbeiði.

Nevndin: Jákup Jacobsen formaður, Eyðun Eliasen næstformaður, Jógvan Edmund á Geilini kassaneistari. Jóhannes Kalsgarð nevndarlimur og Andreas Nýggjagarð nevndarlimur.

Felagið varð stovnað í februar 2018. Endamálið er at skráseta og staðseta øll staðarnøvn í Føroyum við myndum og knattstøðum. Hetta verður alt lagt á eina heimasíðu, sum síðani øll fólk í heiminum kunnu hyggja eftir. Hetta er tó mest til føroyingar.

Vit halda at hetta hevur stóran týdning fyri Føroya fólk og land, og á henda hátt kunnu varðveita øll staðarnøvnini í Føroyum, eisini við myndum, soleiðis at øll kunnu síggja hvar tey eru.

Tíðin er nú komin at vit halda, at vit kunnu fáa okkum eina heimasíðu sjálvir. Við góðari hjálp og góðum stuðlum, halda vit at vit klára tað fíggjarliga.

Vit vilja soleiðis takka øllum stuðlum í samband við heimasíðuna. 

Aðrastaðni á síðuni, síggja vit hvør hevur stuðlað.

Felagið Staðarnøvn : V – tal 631825