Dansistovan varð niðurtikin í 1970 – inum.
Samfelagsmøtir í eina øld :
SKRIVAÐ: John Færø | 27.05.2025 – 03:00 Mentan Myndarøð Tíðindi
Á jólum í 1924 var dansistovan í Klaksvík karmur um tey allar fyrstu samfelagsmøtini hjá brøðrasamkomunum her á landi, sum hava verið hildin líka síðan. Og nú – 100 ár seinni – verða samfelagsmøtir hildin á hvítusunnu í badmintonhøllini í Klaksvík, so nú er talan um eina aldargamla siðvenju
Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum
– í dansistovuni á jólum í 1924
Í tíðarritinum Lív og Læra, sum Andrew Sloan (1896-1973) gav út, verður skrivað, at fyrstu samfelagsmøtini í Føroyum mundu verða hildin í Klaksvík á jólum í 1923, har Angus McKinnon, trúboðari úr Bretlandi, luttók.
Lena Joensen (1908-1994), dóttir Jens Klæmint Isaksen, sum var ein av stovnarunum av samkomuni í Betesda, heldur tó, at hetta var í 1924. Hon greiðir soleiðis frá: “Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum vórðu hildin í Klaksvík. Ein dagin kom Andrew Sloan og segði pápa, hvussu brøðurnir í Skotlandi og Onglandi hildu samfelagsmøti, og spurdi hann, um hetta ikki var vert at royna her hjá okkum. Sjálvandi var tað tað. Á jólum í 1924 vórðu so hesi fyrstu samfelagsmøti hildin í dansistovuni. McKinnon, sum fyrstu ferð vitjaði í Føroyum í 1923, var við til hesi møti.”
Tá var samkoman í Betesda einans 7 ára gomul, og tey vóru fáment, sum savnaðust har. Andrew Sloan var nógv í Klaksvík hesa fyrstu tíðina. Hann skrivar, at smáliga og striltið gekk tey fyrstu 5-6 árini, men framá kortini. Jens Klæmint var ótroyttiligur í vitnisburði sínum og ikki minst mann og mann ímillum, og “talaði hann hvønn dag við tey, hann hitti” (Ápostlasøgan 17:17), hóast ikki altíð líka væl fagnaður.










