Quillinsgarður

Bygningur
Frágreiðing

Quillinsgarður er uppkallaður eftir John M. Quillin, sum kom til Føroya í 1768 at arbeiða hjá Rybergs handli. Hann var ættaður av oynni Man.

Bygningurin er kendur fyri sín gamla og sermerkta part, har veggmálningar vóru funnir undir fleiri løgum av tapeti í sambandi við umvælingar. Sambært frásagnum kann vestari parturin av húsinum vera eldri enn 1700-talið.

Bygningurin hevur seinni verið umvældur og verður í dag brúktur av Føroya Lívstrygging.

Keldulisti

Facebook-uppslag frá Føroya Lívstrygging. Atkomið 11. mai 2026.

Staðseting

0°N 0°W