Lávusarhús í Leirvík

Bygningur

Soleiðis skrivar Eysturkommuna :

Lávusarhús
Endamáli við húsinum er, at fólk í okkara kommunu, sum sita heima og skapa ymiskt handaligt, hava møguleikan at finna saman, vísa síni avrik og selja.

Vit eru vælvitandi, at fleiri fólk við skapandi evnum sita runt um og evna eitt gott handverk, men teirra handverk/list sær sjálvdan dagsins ljós.

Ætlanin er, at húsið kann verða ein sýnisgluggi hjá hesum fólkum, og at opna eina spennandi sølubúð við bæði traditionellum, hondgjørdum lutum og nýskapandi handverki og list.

Byrjað varð við eini sera áhugaverdari og fjølbroyttari jólasølu í desembur 2009. Lávusarhús halda til í gomlu hølunum hjá Føroya Banka niðri á Bakka 2 í Leirvík.

Tær sum standa fyri hesum tiltakinum eru:
Hallbjørg Eliasen
Sonja Joensen
Elenora Heinesen
Rannvá Gøte
Elsie Djurhuus
Lilly Justinussen
Upplatingartíðirnar í Lávusarhúsið eru hesar:
Týsdag – hósdag kl 16.30 – 18.30
Leygardag 12.30 – 16.30

Upplatingartíðir í summar (frá 1. juli)
Mánadag – leygardag kl 12.30 – 16.30

Um ein ynskir at vitja sølubúðina uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar ber til at ringja til:
Hallbjørg +298 213324
Sonja +298 743058
Elenora +298 213338

Staðseting

62.210428°N -6.706513°W