Sildaverksmiðjan á Velbastað

Bygningur

Hvannrók skrivar soleiðis :

Herfyri gekk eg mær túr fram við leivdunum av sildaverksmiðjuni sunnan fyri Velbastað. Kom mær til hugs, tá vit sum ung sóu gráar lastbilar við slógvi og sild koyra eftir Hospitalsvegnum og Velbastaðvegnum og vestureftir. Alt byrjaði í 1962 við línubátinum Bresti, sum fekk ísettan kraftblokk og fór at fiska sild við nót.

Lastbilarnir vóru lastaðir við illa luktandi sild og slógvi og tíggjutals larmandi likkum eltandi bilarnar til tess at fáa sær bita í nevið. Minnist væl verksmiðjuna og bilarnar. Eg hevði hug at finna út av, hví verksmiðjan var bygd júst har, og nær verksmiðjan endaði virksemið. Hetta var lættari sagt enn gjørt.

Uppgávan skuldi gerast serlig rannsóknarferð, tí fólkini, sum slóðaðu fyri verksmiðjuni eru farin og eins flestu tey, sum arbeiddu har. Havi ringt til nógvar persónar, og vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen, sum eisini minnist væl gráu lastbilarnar og nógvu likkurnar, hevur hjálpt mær. Hann hevur leitað í bløðunum frá 60-árunum. Men lítið er at finna um verksmiðjuna.

Vit báðir Finn Bjørn og eg eru nú so miklir gamlir, at vit fingu um endan á slupptíðini og sildarókinum, tá nógv føroysk skip fiskaðu sild við gørnum norðanfyri. Minnast eisini bæði Tunnuvirkið í Saltsøluni og ikki minst hundraðtals sildatunnurnar liggja á Vestaru bryggju og niðan í Hornabø.

Til tess at fáa orsøkina, hví sildaverksmiðjan var bygd júst sunnanfyri Velbastað, mugu vit fyrst nevna Júst í Túni. Í 1957 fór Júst at føra Brestir hjá P/F Bacalao, ið var næsta stállínuskipið, sum kom til Føroya. Vesturhavið Blíða av Toftum var tað fyrsta. Poul Hansen/Bacalao átti Brest, og í 1962 varð kraftblokkur settur í Brest yviri í Íslandi.

Brestir við Júst í Túni sum skipara var fyrsta føroyska skipið, sum royndi eftir sild við nót og kraftblokki. Harvið vóru fyrstu fetini tikin til uppisjóvarvinnuni, sum síðani hevur ment seg til tað, hon er í dag.

Eitt var at fiska sildina við nót, annað var at hagreiða og fáa sildina til vega. Sildin var ikki altíð í nóg góðum standi at lakasalta í tunnur á landi, tí mátti onnur stig takast.

Í huganum var eisini, at sleppast mátti av við slógvið frá nýggja flakavirkinum. Uttan iva fekk Bacalao íblásturin til sildaverksmiðjuna, tá tey vendi kikaran til grannalondini serliga til Íslands og Danmarkar.

Verksmiðjan bygd á festinum hjá Ragnari Frýdal

Í fyrireikingini at byggja sildaverksmiðju var umráðandi at finna hóskandi pláss. Hon skuldi standa við eina á, tí nógv vatn skuldi brúkast. Eisini mátti hugsast um luktin frá verksmiðjuni. Valið gjørdist økið á festinum hjá Ragnari Frýdal bónda sunnan fyri Velbastað. Hetta var Ragnar ikki fegin um, men Jarðarráðið gav tó Bacalao loyvi at byggja verksmiðjuna. Hetta sigur ein sonur Ragnar Frýdal.

Frá Jógvani Frýdal, soni Ragnar, hava vit fingið loftmyndir av økinum, sum eru frá 1968 og 1976. Her sæst høllin, mjølrúmið, køsturin, skorsteinurin og vatnbrunnurin. Bæði fólk á Velbastað og Kirkjubø arbeiddi á verksmiðjuni. Verksmiðjan koma jú at standa í Kirkjubøar kommunu.

Tá sildaævintýrið var av og verksmiðjan steðgaði, kom innlagda økið aftur til festið hjá Frýdal familjuni. Hetta var í 1983. Jógvan minnist, at seinni blandaði Oddmar Hansen betong í høllini, og Martin Dam Jacobsen bilsmiður sproytaði eitt skifti bilar har..

Eingin vit vita av luktinum frá verksmiðjuni

Tórshavnar skipasmiðja evnaðu serlig stálíløt í lastina í lastbilunum, sum skuldi rúma sildina og slógvið. Rólant Næs Joensen var ein av starvsfólkunum hjá Bacalao, sum koyrdi lastbilarnar. Lastbilarnir vóru eldri bilar, sum Poul Hansen heilssøla hevði átt. Aðrir bilaeigarar koyrdu eisini. Rólant minnist væl nógvu likkurnar sum fylgdu lastbilunum til Velbastaðar.

Rólant sigur eisini, at heilar lastir frá sildabáti fóru vesturum. Sildin og slógvið var vippað niður í stóran køst við verksmiðjuna.

Tá vit hitta fólk í okkara aldri og nevna sildaverksmiðjuna, minnast øll luktin. Og serliga nógvu likkurnar, tá nakað av sild endaði á vegnum, sum tað mangan gjørdi. Likkurnar gjørdust spikafeitar og tamar at sjá við vegjaðaran.

Poul Hansen/Bacalao fekk grundøkið á Velbastað í 1963, og verksmiðjan stóð liðug í 1965. Nær virksemið steðgaði er ikki heilt greitt. Okkara boð er 1973/1974.

Havi frá manni, sum arbeiddi á verksmiðjun, siga, at mannagongdirnar á verksmiðjuni vóru einfaldar. Sildin og slógvið kom úr køstinum í kvørn, malið og kóka, og síðani kom sildamassin í stóra sentrifugu, hvar olja og vatn fór víðari í skiljara. Oljan var tappað í stór stálíløt, meðan vatnið bleiv kóka og fór sum dampur í skorsteinin ella veit í á suðureftir..

Massin, sum var eftir, bleiv bleiv turkað og fór í blandingsilo, har luft bleiv blandað uppí, so mjølið gjørdist javnari og lættari at pakka í sekkir. Mjølsekkirnir vóru stáplaðir í mjølgoymsluna.

Hví byggja verksmiðju júst á Velbastað?

Frá byrjan ynskti Bacalao at byggja verksmiðjuna so nær Vestaru byggju sum gjørligt, og víst var á økið við Boðanesgjógv, úti á Argjum og á Hvítanesi. Men einki grundøkið fekst hvørki frá Tórhavnar kommunu ella frá Tórshavnar uttanbíggja kommunu. Orsøkin var uttan iva ampin frá rama roykinum/luktinum frá verksmiðjuni. Tí endaði verksmiðjan sunnan fyri Velbastað.

Í stubba í bløðunum í frá 1963 sæst eisini, at trolarin Ólavur Halgi kom á Havnina við amboðunum til verksmiðjuna. Hetta var fyri, at P/F Bacalao hevði funnið endaliga grundøkið. Eisini sæst, at verksmiðjan riggaði ikki væl frá byrjan, tí var hon skjótt meira nýtímansgjørd. Millum annað var annar ketil bílagdur úr Danmark.

Vit báðar Finn Bjørn og eg hava spurt víða og leita í bløðunum, men einki er at finna, nær verksmiðjan tók ímóti fyrstu sildini ella nær virksemið steðgaði. Uttan iva steðgaði virksemið, tá sildin knappliga bleiv burtur norðanfyri.

Rúm tíð gekst at finna myndir av verksmiðjuni, sjálvt um spurt er í eyst og vest og eisini leitað í bløðunum. Eftir at verksmiðjan steðgaði kom Oddmar Hansen at blanda betong í høllini, og frá Birna Hansen soni Oddmari eydnaðist af fáa myndir av grønu høllini.

Vagnur skrivað mars 2026

Staðseting

61.975838°N -6.836466°W