Frágreiðing
Johannes Ole-Jacobsen (1848 ) og systir hansara, Rakel Fredrikke Ole-Jacobsen (1845 ), fluttu úr Miðvági til Hósvíkar, hann í 1901 og hon í 1902 sbrt. fólkateljing 1911. Jóannes Olsen skrivar í viðmerking, at Sárhús-Jóannes búði uppi í Tøppi í tvey ár, tað fekk Hans Jákup í Toftum í lag. Sárhús-Jóannes var handilsmaður, og systirin helt hús hjá honum. Hann bygdi sær hús Undir Vørðuni, men handilin ella pakkhúsið – lítið hús við skrátekju – stóð á leið har, sum hoyggjhúsið hjá teimum Heiman fyri Tún nú stendur. Í 1911 búðu systursynirnir Óla Jákup og Sámal Jákup og systirdóttirin Jóhanna Elisabeth, øll av Válinum, hjá teimum. Óla Jákup flutti úr Miðvági saman við Rakul í 1902. Tá Sárhús-Jóannes doyði, gjørdist Óla Jákup “húsfaðir”. Húsini hjá Óla Jakupi Undir Vørðuni skeiklaðust so illa av vindi, at tey gjørdust ikki aftur. Tá innrættaði Óla Jákup pakkhúsið hjá Sárhús-Jóannesi so frægt, at tey kundu búgva har, til tey í 1927 fluttu norður á Oyrarbakka.
Kelda: Sunda Kommuna





