Frágreiðing
Hósvík er gomul landnámsbygd. Tórur var fyrsti norðmaður, sum setti búgv í Tórsvík (Hósvík), ið varð nevnd eftir honum. Hann flýddi av Strond í Rogalandi undan Haraldi Hárfagra.
Tórur bygdi egnan garð í Toftum (navnið Toftum kom seinni). Hesin garður er sostatt elsti bústaður í bygdini – Heimistova í Toftum. A. Weihe. Í 1966 bygdi Jens Poulsen nýggja Heimistovu. Esmar Dahl á Oyri, abbasonur Hans í Toftum, hevur gjørt modell av Heimistovu, sum hon sá út fyrst í 20. øld. – Eigari februar 2016: Kristvør Bára Ósá Petersdóttir.
– Sunda Kommuna






