Frágreiðing
Kendasta havið í Leirvík er havið hjá Stór-Heina . Tað vigar um 380 kilo. Tað stendur uppi við bygdarhúsið. Tað er flutt, av tí at vandi var fyri, at tað fór í vegin, sum skuldi gerast gjøgnum Bólagerði á vári 2011. Tað eru dømi um, at høv eru endað í vegnum.
– Bjørgfinnur Nielsen, 2020
Keldulisti
Nielsen, B. (29. januar 2020). Høv í Eysturkommunu. Eysturkommuna.



