Frágreiðing
Jákup á Gráasteini ( 1875 – 1965 ) var sera evnaligur maður. Eitt gott dømi um hetta, er steinurin – havið hjá Jákupi á Gráasteini – , sum liggur á Høganesi. Heimildarmenn úr Saltnesi hava greitt frá, at ein dagin eru Jóannes í Skúla, gamli deknurin í Nes kirkju, og Jákup á Gráasteini staddir uppi á Høganesi. Tá teir koma fram á ein snøggan stein ( sí mynd ), sigur Jákup við Jóannes: Skal eg vísa tær, hvussu sterkur eg eri? Síðan loysir hann slíðrareimina av sær, fatlar hana um steinin og lyftir hann uppfrá við aðrari hond. Kønir mann hava síðan mett um vektina av steininum, sum er u. 80 cm langur, 30 cm breiður og 30 cm høgur. Mett verður, at hann vigar u. 330 – 350 pund, so hetta hevur verið eitt ordans tak. Í blaðnum Fjarðbúgvin frá 3. august 1973 er ein grein við heitinum Høvini í Eysturoynni, har øll høv í oynni verða skrásett. Um havið hjá Jákupi á Gráasteini verður sagt: Á Høga Saltnesi liggur ein vakur, ferhyrntur steinur. Jákup á Gráasteini í Saltnesi lyfti í sínari tíð steinin við aðrari hondini.
– Janus Jensen
Keldulisti
Jensen, J. Staðarnøvn í Nes Kommunu [Kort]. Nes Kommuna.


