Kongshavn

Einki sett
Frágreiðing

Hvussu gamalt navnið Kongshavn er – og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.

Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. “Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads…..” skýra fróðarrit Skálafjørðin. Skálafjørðurin er longsti fjørður Føroya. Hann er 13 km av sandinum í Skálafirði í beina linju út í Raktanga og 18 km út í Eystnes.Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vernd síðan Tróndar dagar.

Mangar sagnir og søgur eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum. Eftir mannasøgn høvdu Tróndur í Gøtu og skeggjar hansara skip síni liggjandi við Skipanes og inni í Akkersvík á Skála. Bara hesi staðarnøvnini benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi …

– Runavíkar kommuna, 2021


Keldulisti

Runavíkar Kommuna (02. mars 2021). Kongshavnar havnastýri hevur skipað seg [Tíðindir]. https://runavik.fo/news/2626/kongshavnar-havnastyri-hevur-skipad-seg?

Staðseting