Álvur Áarstein skrivar :
Jákup Jacobsen, ið bygdi Hvithús, var ommubeiggi mín úr Uppsølum og sonur hansara Sniðálvur var ein av teimum fyrstu føroysku yrkisfótbóltsleikaranum, hann arbeiddi eina tíð saman við beiggja sinum Nordal í Klaksvík, ið var kendur byggimeistari, dóttir hansara Sonja giftist til Leirvíkar og familjan hjá henni eru tey á Reynatrøð
Magna Reid Joensen skrivar :
Hvíthús, Hotel Klaksvig bygdi (abbabeiggi mín) Jákup Jacobsen f.1869 á Dalinum.Tey stóðu liðug í 1909.
Jákup skuldi taka við festinum á Stovugarðinum á Uppsølum; men vildi heldur vera timburmaður.
Fyrst hevði hann hús á Dalinum, men hann flutti oman móti Vágni, tí har var høgligari við at fáa tilfar o.a. – Tá fyrri heimsbardagi var av 1919 fluttu tey til Danmarkar.










